Innanlands

Koyringin tikin uppaftur á fleiri leiðum

Nú koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum aftur millum Klaksvík og Tórshavn, í Eysturoynni, og flogrutan er júst nú tikin uppaftur. Eisini verður nú koyrt aftur til Gomlurætt og til Vestmannar

Ringa veðrið í gjár gjørdi, at eingin koyring var í gjár, 2. páskadag, Á nógvum leiðum er koyring júst tikin uppaftur (Mynd: Sverri Egholm)

Ringa veðrið í gjár gjørdi, at eingin koyring var í gjár, 2. páskadag, Á nógvum leiðum er koyring júst tikin uppaftur (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-06 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Orsakað av ringa veðrinum, hevur samferðslan verið tarnað síðani í gjáramorgunin. Byrjað varð aftur ymsastaðni í morgun, men á nógvum bussleiðum er koyringin fyri kortum ella júst tikin uppaftur.

Talan er um Leið 400 (Klaksvík - Tórshavn), Leið 410 (Fuglafjørður - Gøtudalur - Klaksvík), Skálafjarðaleiðina, Tórshavn - Vestmanna, Tórshavn - Gomlurætt og flogrutuna (Leið 300). Tær tríggjar síðstnevndu eru júst komnar í gongd aftur. 

Koyring verður eisini tikin uppaftur til Æðuvíkar og Rituvíkar seinni í dag, á Kalsoynni, umframt úr Klaksvík til Viðareiðis. 

Koyrt verður ikki til Oyndarfjarðar í dag. Koyrt verður heldur ikki av Oyrarbakka og úr Kollafirði fyrrenn í morgin.

Siglingin er øll tikin uppaftur - undantikið á leið 58. Túrurin sum skuldi verða úr Hvannasundi klokkan 14.45 verður ikki silgur, men klokkan 18.30 verður silgt, um tilkallað verður, boðar Strandferðslan frá.

Øll kunning um leiðirnar sæst á ssl.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder