Innanlands

Koyrdu ov skjótt í Eysturoynni

Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið sunnudagin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-23 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið.

Ein bilførari fekk klipp fyri at gera eina ólógliga yvirháling, og hinir tríggir fingu klipp fyri at koyra ov skjótt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tveir bilførarar koyrdu ávikavist 101 og 106 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, og ein lastbilførari fekk klipp fyri at koyra 89 kilometrar um tíman, hóast hann ikki hev loyvi at koyra meira enn 70 kilometrar um tíman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder