Innanlands

Koyrdu ov skjótt á Glyvursvegnum

Teir koyrdu millum 65 og 68 kilometrar um tíman og fingu tí bót, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-30 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu fýra mál skrivað.

Í høvuðsstaðnum vórðu tríggir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt á Glyvurvegnum seinnapartin. Har er mest loyvda ferðin 50 kilometrar um tíman, men hesir koyrdu allir millum 65 og 68 kilometrar, og tað fáa teir bót fyri.

Um kvøldið varð ein bilførari steðgaður í Eysturoynni, og tað vísti seg, at hann varð ávirkaður av rúsdrekka, og er hann nú skuldsettur fyri tað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder