
Í gjár var løgreglan úti og kannað ferðsluna kring landið, og í hesum sambandi vórðu fimm mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í Vágum hevði løgreglan eitt átak, har kannað varð, um prutl vóru í lógligum standi, og har vórðu tríggir prutlførarar skuldsettir fyri at hava bygnaðarbroytt prutl, sum kundi koyra munandi skjótari, enn loyvt er.
Talan var um lítil prutl, sum hava loyvi at koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman, men hesi kundu koyra ávikavist 45, 64 og 78,5 kilometrar um tíman.
Umframt at koyra á ólógligum prutli, hevði tann eini førarin heldur ikki koyrikort.
Í Vestmanna varð ein eisini skuldsettur fyri at koyra á prutli uttan koyrikort, og í Klaksvík varð ein skuldsettur fyri at koyra við størri viðfestisvogni, enn hann hevði koyrikort til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald