2025-07-20 13:42

Klokkan 4.30 í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilførari møguliga koyrdi ávirkaður í høvuðsstaðnum.
Løgreglan sendi fólk út at leita, og eydnaðist tað løgregluni at steðga bilinum, tá hann var komin inn í Eysturoytunnilin.
Tá gjørdist greitt, at bilførarin var sjónliga ávirkaður. Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og er hann nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bilurin hevði eisini fingið onkrar skaðar, og eftir at førarin greiddi frá, hvønn veg hann hevði koyrt, fann løgreglan fram til eitt skelti, sum var árent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald