Innanlands

Koyrdi ávirkaður og hevði rúsevni í bilinum

Ein bilførari varð tikin í høvuðsstaðnum í morgun

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-18 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun varð ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri at koyra ávirkaður.

Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, men illgruni er eisini um, at hann var ávirkaður av rúsevnum, so hann er skuldsettur fyri bæði.

Umframt hetta, so fann løgreglan eisini hassj í bilinum, og er hann sostatt eisini skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder