Innanlands

Koyrdi ávirkaður av rúsevnum

Bilførarin, sum varð steðgaður av løgregluni í nátt, hevði eisini eina lítla nøgd av rúsevnum í bilinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-02 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta náttin hevur sum heild verið friðarlig, hóast fitt av fólki hevur verið í býnum.

Har hava tó verið støður, har løgreglan hevur verið noydd at skilja fólk at, umframt at løgreglan hevur koyrt onkur full fólk heim, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Ein bilførari á Sandi varð eisini tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum nakað eftir klokkan tvey í nátt.

Viðkomandi, sum varð steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, hevði eisini eina lítla nøgd av rúsevnum í bilinum, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder