2025-11-24 09:16
Fyrrapartin í gjár tók løgreglan ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring.
Viðkomandi varð steðgaður á Skálafjørðinum beint fyri klokkan 11. Illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður, og hetta staðfesti ein kanning eisini.
Bilførarin er tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt.
Hetta vikuskiftið eru tilsamans tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka.
Ein varð eisini tikin í Vágum klokkan seks sunnumorgunin, og ein varð tikin í sambandi við eitt ferðsluóhapp í miðstaðarøkinum sunnunáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald