Innanlands

Koyrdi 182 kilometrar um tíman

Bilførarin, sum varð tikin í Kollafjarðartunlinum í nátt, misti koyrikortið á staðnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-04 10:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi var ein bilførari tikin fyri at koyra nógv skjótari enn loyvt var.

Tað var klokkan gott trý í nátt, at ein bilførari í Kollafjarðartunlinum varð tikin fyri at koyra heilar 182 kilometrar um tíman.

Viðkomandi misti koyrikortið á staðnum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder