Innanlands

Koyrdi 143 kilometrar um tíman og misti koyrikortið

Eisini bleiv førarin skuldsettur fyri eina ólógliga yvirháling

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-13 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og tá vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra munandi skjótari, enn loyvt er.

Fyrri bilførarin varð tikin í Kaldbaksbotni. Mest loyvda ferðin er 80 kilometrar um tíman, men ferðin hjá hesum varð máld til heilar 143 kilometrar um tíman, og tí missir hann koyrikortið á staðnum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Lagt verður afturat, at talan er um ein ungan bilførara, sum ikki hevur havt koyrikort leingi, men í hesum førinum hevði revsingin verið tann sama uttan mun til, hvussu leingi hann hevði havt koyrikortið. Førarin varð í hesum sambandi eisini skuldsettur fyri eina ólógliga yvirháling.

Seinni bilførarin varð tikin í Kollfjarðadali. Hann koyrdi 116 kilometrar um tíman og kann tí rokna við eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Koyrdi út av á Nesi
Í nátt skrásetti løgreglan eitt ferðsluóhapp inni á Nesi, har ein bilur koyrdi út av vegnum.

Talan var ikki um eitt álvarsligt óhapp, sigur vaktleiðarin. Fimm fólk vóru í bilinum, og tey fingu ongan skaða.

Í hesum døgum er løgreglan eisini úti og tekur nummarplátur hjá bilførarum, sum m.a. ikki hava goldið vegskatt, og tað hendi aftur í nátt.

Hesa ferð var løgreglan í norðøkinum. Seks sett av nummarplátum vórðu tikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder