Innanlands

Koyrdi 141 km/t - misti koyrikortið á staðnum

Nógvir bilførarar tiknir í Eysturoynni í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-22 07:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan gjørdi um middagsleitið í gjár ferðmátingar í Eysturoynni, og tað vísti tað seg at vera brúk fyri.

Í øllum førum tók løgreglan fleiri bilførarar fyri at koyra ov skjótt. Ein bilførari hevði so mikið tungan fót, at hann varð tikin fyri at koyra 141 km/t á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80 km/t.

Bilførarin misti tí koyrikortið á staðnum, og hann varð tí noyddur at finna sær onkran annan fart til hús. Bilurin mátti so í øllum førum standa.

Hann var kortini ikki einsamallur í at koyra í skjótara lagi í gjár. Fýra aðrir bilførarar fingu klipp í kortið fyri at koyra 106 km/t, 108 km/t, 111 km/t og 112 km/t á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80 km/t.

Ein annar bilførari varð tikin við 115 km/t, og tað hevur við sær treytaða frádøming av koyrikortinum, og viðkomandi skal upp til nýggja koyriroynd.

Eisini var ein annar bilførari tikin, sum hevði fingið frákent koyrikortið, men koyrdi kortini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder