Innanlands

Koyrdi 121 kilometrar um tíman

Ein bilførari misti í nátt koyrikortið treytað, eftir at hann koyrdi nógv skjótari, enn loyvt var

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-19 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi varð ein bilførari í Kaldbaksbotni tikin fyri at koyra nógv skjótari, enn loyvt var.

Hóast hámarksferðin er 80 km/t, koyrdi hesin bilførarin 121 km/t. Hetta gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum, og noyðist bilførarin sostatt upp til nýggja koyriroynd.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at seinasta náttin annars hevur verið stak friðarlig.

Lítið av fólki hevur verið í býnum, og helst er tað keðiliga veðrið, ið hevur fingið fólk at halda seg heima, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder