2019-04-04 09:37
            
        
         
                
            Løgreglan gjørdi ferðmátingar í gjárkvøldið og í nátt, og hetta hevði við sær, at ein bilførari má taka koyrikortið av nýggjum, meðan fimm fingu klipp í koyrikortið.
Í gjárkvøldið fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið, tá løgreglan gjørdi ferðmátingar á Kaldbaksvegnum. Bilarnir vórðu máldir at koyra millum 106 og 113 km/t.
Og í nátt var ein bilførari tikin í at koyra millum 116 km/t í Kollfjarðartunlinum. Hesin fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, og skal tí taka koyrikortið av nýggjum innan tríggjar mánaðir. Ein annar bilførari var eisini tikin í at koyra yvir 101 km/t og hesin fekk so klipp í koyrikortið.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald