
Nógv vegarbeiði hevur verið í Vágsbotni seinastu tíðina, og tað hevur gjørt, at tað ikki hevur verið koyrandi eitt strekki.
Í dag boðar Tórshavnar kommuna frá, at tað er koyrandi aftur í Vágsbotni - fyribils fram til mánadagin 22. mai.
Vágsbotnur skuldi eftir ætlan steingjast fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu fram til 2. juni í sambandi við vegarbeiði. Tað er tó ikki heilt víst, at tað verður soleiðis.
- Tó er so nógv ymiskt virksemi í økinum í løtuni, at kommunan er farin at kanna møguleikan fyri at legga arbeiðið um. Nærri kunning verður um hetta mánadagin 22. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald