placeholder
Innanlands

Koyrandi aftur á vestara armi

Framvegis ongin koyring á strekkinum Skálafjørður-Skipaneskrossurin-Syðrugøta.

Long bíðirøð gjøgnum gøturnar í dag (Mynd av Facebook, betrað við hjálp av vitlíki)

Long bíðirøð gjøgnum gøturnar í dag (Mynd av Facebook, betrað við hjálp av vitlíki)

2026-09-04 14:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðslan á landsvegnum millum Skála og Skálafjørð er nú latin uppaftur eftir oljudálkingina, sum varð staðfest á einum strekki millum Skála og Gøtu fyrr í dag.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at átaksleiðarin á Skála hevur kanna strekkið á vestara armi av Skálafjørðinum, og hevur staðfest, at koyrandi er nú millum Skála og Skálafjørð.

Men arbeitt verður framvegis við at reinsa vegin úr Skálafirði út á Skipaneskrossin og víðari niðan um Gøtueiðið til innkoyringina til Syðrugøtu, har stongt er fyri allari ferðslu.

Vaktleiðarin væntar tó, at latið verður upp fyri aðrari vegabreytini, so tað verður koyrandi í norðurrætningi frá Skipaneskrossinum og til Syðrugøtu innan fyri ein tíma.

Enn er tó ómøguligt at siga nær koyrandi alt vegastrekkið verður latið upp aftur fyri ferðslu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder