2025-12-10 08:52
Tað kann vera trupult at halda seg til 60 km/t á Havnarvegnum, sum er nýggi innkomuvegurin í Havn. Hetta mugu nakrir bilførarar ásanna eftir at teir í gjár vóru steðgaðir av løgregluni.
Fimm bilførar vóru skrivaðir. Tveir fingu klipp og tríggir fingu treytaðar frádømingar. Koyrt var millum 76 km/t og 84 km//t og tað er bert loyvt at koyra 60 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald