Innanlands

Kostar nógv at missa tingmenn

Uttanflokkatingmenn fáa stuðul eftir atkvøðutali, tá teir fara úr sínum flokki. Tað kann kosta nógv fyri flokkarnar

Mynd av Sonju Jógvansdóttir valkvøldið í 2015 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Mynd av Sonju Jógvansdóttir valkvøldið í 2015 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-11 11:42 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Hvørt ár fáa politisku flokkarnir í Føroyum stuðul til politiska upplýsing av fíggjarlógini. Tað er peningurin, sum eitt nú verður brúktur til valstríð. Meðan 30% av játtani, sum er 4,8 milliónir um árið, verður býtt javnt ímillum flokkarnir, verða 70% av stuðlinum býttir eftir atkvøðutali. 

Tí kostar tað fyri flokkarnar, tá tingfólk fara úr flokkinum, tí tingfólkini taka stuðulin fyri sítt atkvøðutal við sær. Sonja Jógvansdóttir fær eitt nú 8.863 krónur í stuðli persónliga hvønn mánaða. Tað er peningur, sum Javnaðarflokkurin annars hevði fingið. 

Tá Annika Olsen fór úr Fólkaflokkinum, kostaði tað flokkinum 8.342 krónur í 2016. Annika fekk eisini stuðul síðst í 2015, men tá var játtanin til flokkarnar nakað lægri. 

Magni Laksáfoss fær ikki eins nógv í stuðli, sum hini uttanflokkatingfólkini, tí hann fekk færri atkvøður á seinasta vali. Hann hevur síðani mai mánaða í 2018 fingið 3.246 krónur mánaðarliga. 

Kristin Michelsen fær ikki stuðul av játtanini. Ráðgevi úr Løgmansskrivstovuni upplýsir, at hann ikki hevur søkt um tað. Talan kann vera um, at stutt tíð er til Løgtingsvalið, og at tað tí ikki loysir seg fíggjarliga at søkja um peningin, tá roknskapur skal latast inn. 

Tjóðveldi fær ikki stuðul hjá Sonju 
Fyri at flokkarnir skulu fáa stuðul fyri tingfólkini, skulu tey vera limir í tingbólkinum. Tí fær Tjóðveldi ikki stuðulin hjá Sonju Jógvansdóttir, hóast hon er blivin limir í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi. 

Tá Kristin Michelsen varð koyrdur úr tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum, misti flokkurin eisini stuðulin, hóast hann ikki meldaði seg úr Javnaðarflokkinum. Hann varð ikki koyrdur úr Javnaðarflokkinum seinni. 

Politikkarar, sum blíva uttanflokkatingfólk, fáa ikki stuðul fyrr enn mánaðin eftir, at tey eru farin úr einum flokki. Tað vil siga, at hóast Kristin Michelsen varð koyrdur úr tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum 3. januar, fekk flokkurin stuðul fyri Kristin Michelsen allan januar mánaða. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder