Tær umleið 30 familjurnar sum eiga Slættaratind hava tikið avgerð um, at útlendingar skulu rinda 200 krónur, um tey ætla at ganga niðan á hægsta fjall í Føroyum.
Hetta skrivar Frihedsbrevet í dag.
Eitt skelti er sett upp á skarðinum við einari QR kotu, har tað ber til at rinda pengarnar og eisini ber til at keypa á heimasíðu, sum er gjørd í hesum sambandi.
Orsøkin er slit, sigur hagastýrisformaðurin.
- Ein og hvør, sum gongur har, sær, hvussu illa náttúran er slitin. Tað er slitið so mikið nógv niður, at tað er farið niður um svørið, og so gongur tað ikki long tíð, so kann mann rokna við, at øll suðursíðan á Slættaratindi verður ein skriða, tí vatnið kemur undir, og so fer síðan, sigur Jóannes Mørkøre, hagastýrisformaður á Slættaratindi, við Frihedsbrevet.
Til ber eisini at keypa atgongd til kampingvogn, sum kann standa á útvaldum parkeringsplássi, og her greiðir Jóannes Mørkøre frá, at ætlanin er at gera vesifasilitetir og leiða streym og vatn til.
- Alt slíkt kostar. Og um man ikki tekur pengar frá fólki, so verða ábøturnar ongantíð gjørdar, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald