Mentan

Kórstevnan verður í Fuglafirði í ár

Høllin í nýggja skúlanum verður ramman um kórstevnuna við luttøku av 17 kórum – og tað er met

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-17 17:19 Author image
Innsent
placeholder

Kórstevnan 2023 verður 28. og 29. apríl í Fuglafirði. Fyrsta kórstevnan var hildin í 1967. Síðani tá, hevur kórstevnan verið eitt afturvendandi tiltak á nærum hvørjum árið. Hetta er sættu ferð, at kórstevnan verður í Fuglafirði, og í ár eru met nógvar tilmeldingar.

Í ár verður tað dugnaligi bretski dirigenturin og organisturin, Michael Bawtree, sum stjórnar felagskórinum. Bawtree, sum býr í Skotlandi, hevur stjørnað orkestrum og kórum runt allan heimin, m.a. í the Royal Albert Hall í London.

Stevnan er bæði fyri einstaklingar og fyri sangarar, sum eru limir í kóri. Felagskórið venur fríggjakvøldið og leygardagin í góðum umstøðum í Fuglafjarðar Skúla. Skráin er spennandi, klassisk og rútmisk.

Seinastu árini hevur konsertin á kórstevnuni eisini verið ein kórkapping, soleiðis verður eisini hesaferð. Til konsertina leygardagin syngur felagskórið og øll tey kórini sum hava teknað seg til kórkappingina. Treytin fyri at kór kunnu luttaka er, at kórið hevur goldið limagjald til Kórsamband Føroya.

Konsertin verður leygardagin í høllini í nýggja skúlanum í Fuglafirði. Kórini syngja í hesi raðfylgju: Vestmanna Sangkór, Siloakórið, Tarira, Suð, Tórshavnar Manskór, Vágakórið, Fuglafjarðar Sangkór, Silvitni, Gøtu kirkju Ungdómskór, Kórið hjá Johan, Xperiment, Stranda Sangkór, Ljómur, Morgunkórið, Eystanljóð, Tórshavnar Kamarkór og Havnarkórið.

Kórkappingin í ár verður skipað eftir íblástri frá altjóða kórkappingum. Kórini verða mett eftir intónatión, ljóðgóðsku, tulking og eini heildarmeting.

Aftan á konsertina verður veitsla í Mentanarhúsinum, har Gutti fer at borðreiða við lekkrari matskrá, har hann skemtandi nevnir, at hann ætlar at brúka mold, ókrút og agn, umframt nýtt grønmeti og feskan føroyskan fisk til rættirnar. Aftaná fara væl upplagdu FourMENh at spæla til dans. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder