Innanlands

Koronutalið minkar støðugt

Í ein mánað hava fleiri enn 4000 fólk havt koronu samstundis í Føroyum, men nú færri tilburðir verða staðfestir, eru vit komin niður á 3747 fólk. Átta fólk eru innløgd

Færri og færri fáa hesi boðini (Savnsmynmd: Sverri Egholm)

Færri og færri fáa hesi boðini (Savnsmynmd: Sverri Egholm)

2022-02-18 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri fyrstu ferð í ein mánað eru færri enn 4000 fólk positiv við koronu í Føroyum. Orsøkin er, at tað sum heild verða staðfestir væl færri tilburðir nú, at tað vóru fyri nøkrum vikum síðani.

Í gjár vóru 356 nýggir tilburðir staðfestir í 622 kanningum. 

Eisini gjørdust 701 fólk frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu, og tí eru tað nú 3747 sum eru positiv. Tað er 345 færri enn í gjár.

Talið á innløgdum gongur upp og niður. Nú eru átta fólk eru innløgd av koronu. Hetta eru tvey fleiri enn í gjár. Ellivu aðrir sjúklingar eru testaðir positivir við koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder