Uttanlands

Koronafarsóttin stóra ávirkan á bretsku tónleikavinnuna

Í 2020 misti vinnan uml. 69.000 arbeiðspláss orsakað av afturlatingum og forboðum ímóti liveframførslum

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2021-10-20 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koronafarsóttin hevur havt stóra ávirkar á bretsku tónleikavinnuna. Í 2020 misti vinnan ein triðing av arbeiðsplássunum orsakað av afturlatingum og forboði ímóti liveframførslum.

Tað framgongur í nýggjari frágreiðing frá felagnum UK Music.

– Seinastu 18 mánaðirnar hava verið óvanliga avbjóðandi fyri bretsku tónleikavinnuna, sum hevur mist milliardir. Men vit eru avgjørd um at hyggja frameftir og savna okkum um endurreising, sigur Jamie Njoku-Goodwin, stjóri fyri UK Music sambært Ritzau.

Í 2019 var talið á starvsfólkum í bretsku tónleikavinnuni 197.000. Árið eftir fór talið niður á 128.000, og sostatt misti vinnan uml. 69.000 arbeiðspláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder