Innanlands

Korona verður høvuðsevni á Vísindavøkuni

Tiltakið verður í Sjóvinnuhúsinum tann 6. november. Dentur verður lagdur á nógvar stuttar framløgur, og neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurna. Endaliga skráin er nú til reiðar

Mynd: gransking.fo

Mynd: gransking.fo

2020-10-15 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum við so mongum øðrum í hesum døgum so er hetta tiltakið avmarkað í mun til undanfarin ár.  Vísindavøkan 2020 verður í Sjóvinnuhúsinum tann 6. november, men tað verður ikki við so nógvum áhoyrarum sum áður.

Heimasíðan gransking.fo skrivar, at í ár verður dentur lagdur á at hava nógvar, stuttar framløgur. Høvuðsevnið er korona, men eisini onnur evni verða viðgjørd. Framløgurnar, gott 20 í alt, verða í Kongshøll frá kl. 8.00 til kl. 15.00. 

Talið av áhoyrarum verður avmarkað í mun til aktuellu koronustøðuna í november, og tí er neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Latið verður upp fyri tilmeldingum tann 23. oktober. 

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár, boðar gransking.fo frá.

Dagurin endar við einum miðlafagnaði við snarrøðukapping og handan av heiðurslønum. 

Øll skráin sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder