Uttanlands

Korona staðfest á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn

Talan er um ein avvarðandi hjá einum sjúklingi á hotellinum – Viðkomandi er vorðin avbyrgdur og øll á hotellinum verða kannað

Sjúklingahotellið (Savnsmynd)

Sjúklingahotellið (Savnsmynd)

2020-07-24 17:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn hevur fingið staðfest koronasmittuna.

Tað váttaði Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, fyri Útvarpinum fyri løtu síðani.

Talan er um ein avvarðandi hjá einum sjúklingi á hotellinum. Viðkomandi varð kannaður fyrradagin, og í dag kom positiva úslitið. Ógreitt er, hvar viðkomandi er vorðin smittaður.

Persónurin er nú avbyrgdur á hotellinum, og øll verða kannað fyri smittu í dag. Úrslitið av kanningunum væntast í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder