Uttanlands

Korona-smittan í vøkstri í Danmark

Aarhus-økið er hart rakt – serliga millum fólk av somaliskum uppruna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-06 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

112 nýggir tilburðir av koronavirus vórðu staðfestir í Danmark í gjár, upplýsir Statens Serum Institut.

Talan er um størsta vøksturin síðan 7. mai mánaði, tá talið av nýggjum koronatilburðum kom upp á 124,

Tað er serliga í næststørsta býnum í Danmark, Aarhus, at smittan herjar í løtuni. Hetta hendir samstundis, sum borgarnir í býnum hava fegnast úti á gøtunum yvir, at lokala fótbóltsfelagið, AGF, fyri fyrstu ferð í nógv ár eydnaðist at vinna heiðursmerki við at gerast nummar trý í kappingini um danmarksmeistaraheitið.

Men sambært Styrelsen for Patientsikkerhed, kann tað ikki prógvast, at júst hetta er orsøk til stóru økingina av smittutilburðum, skrivar dr.dk.

Borgarstjórin í Aarhus, Jacob Bundsgaard, upplýsti í gjár, at helmingurin av teimum nýggju smittutilburðunum stavar frá fólkum av somaliskum uppruna. Bara í gjár vóru tað 42 somaliarar í Aarhus, sum høvdu fingið staðfest smittuna.

Eisini verða eyguni vend móti býnum Ringsted á Sælandi har tølini av smittaðum á sláturvirkinum Danish Crown bara økjast og økjast.

Ringsted hevði í farnu viku 178 smittað pr. 100.000 borgarar. Til sammetingar var talið 10,1 í Keypmannahavn og 40 í Aarhus.

Í Danmark eru staðfestir tilsamans 14.185 koronatilburðir, harav 12.753 eru blivin frísk aftur. 1.207.838 fólk eru testað og tilsamans eru 1.629.692 royndir tiknar, skrivaði dr.dk í gjár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder