Uttanlands

Korona ávirkar evropeiska búskapin

Sambært eini fyribils uppgerð frá Eurostat minkaði búskapurin í ES við 11,9 prosentum í øðrum ársfjórðingi.

Evropeiski høvuðsbankin í Frankfurt. (Mynd: EPA)

Evropeiski høvuðsbankin í Frankfurt. (Mynd: EPA)

2020-07-31 15:25 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Koronavirussið hevur havt ávirkan á Evropeiska búskapin, har bruttotjóðarúrtøkan er minkað í evropeisku londunum.

Samlaða bruttotjóðarúrtøkan í ES londunum minkaði við 11,9 prosentum í øðrum ársfjórðingi. Tað vísir ein uppgerð frá Eurostat.

Talan er um eina meting um gongdina í øðrum ársfjórðingi. Ikki øll londini hava almannakunngjørt tøl fyri gongdina.

Hetta er størsta minkingin, sum Eurostat hevur mátað, síðan hagtølini byrjaðu í 1995.   

Av teimum londunum, ið hava almannakunngjørt tølini, er afturgongdin størst í Spania, Portugal og Fraklandi, har bruttotjóðarúrtøkan er minkað við ávikavist 18,5, 14,1 og 13,8 prosentum.

Tað landi sum er minst rakt er Litava, har bruttotjóðarúrtøkan er minka við 5,1 prosenti.   

ES samtykti fyrr í juli mánað ein hjálparpakka uppá 5.600 milliardir, ið skuldi hjálpa evropeiska búskapinum, at koma fyri seg eftir koronakreppuna.

Tó hevur tað elvt til stúran, at fleiri lond, eitt nú Spania, seinastu dagarnar aftur hava havt ein vøkstur í talinum á smittaðum við covid-19.

Minkingin í ES er størri enn í USA, har bruttotjóðarúrtøkan minkaði við 9,5 prosentum í øðrum ársfjórðingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder