2026-05-04 22:27
Arbeiðarafeløgini samráðast í hesum døgum um nýggjan sáttmála, og eftir ein steðg um vikuskiftið, varð hildið fram í morgun.
Sáttmálin fór úr gildi 1. mai, men var hósdagin longdur til og við í dag. Nú hava arbeiðarafeløgini so longt sáttmálan enn einaferð. Hesaferð til og við midnátt týsdagin 5. mai.
Hildið verður fram við samráðingunum týsmorgunin, verður sagt.
Arbeiðarafeløgini sum samráðast saman eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald