Uttanlands

Koppsetingarhjáárin viðurkend sum arbeiðsskaði

Danir, sum fáa staðfest álvarslig hjáárin eftir koppseting kunnu fáa endurgjald fyri varandi mein og mista arbeiðsinntøku – Hetta verður eisini galdandi fyri tey, sum velja koppingarevnið hjá AstraZeneca

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-17 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hjá teimum, sum starvast í fremstu røð á heilsuøkinum og eldraøkinum í Danmark, eru hjáárin eftir koppseting fyri koronu nú viðurkend sum arbeiðsskaði, skrivar netmiðilin A4 Arbejdermiljø.

Higartil hava fýra persónar fingið viðurkent álvarsom hjáárin eftir koppseting sum arbeiðsskaða, og kunnu teir sostatt fáa endurgald fyri varandi mein og fyri mista arbeiðsinntøku.

Í løtuni eru 54 líknandi mál fráboðað, og trý av fýra fráboðanum koma frá sjúkrarøktarfrøðingum ella øðrum, sum starvast á sjúkrahúsi. Hinar koma frá m.ø. heilsu- og røktarstarvsfólkum og námsfrøðingum. Meginparturin av málunum snýr seg um persónar, sum hava havt eyðkenni, sum líkjast teimum, mann fær við beinkrím, talan hevur tó eisini verið um meira álvarsom hjáárin.

Sambært Ritzau snúgva í minsta lagi tíggju mál seg um persón, sum er vorðin koppsettur við AstraZeneca, og seks mál snúgva seg um persón, sum hevur fingið koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech.

Mikudagin boðaðu dansku heilsumyndugleikarnir frá, at koppingarevnið hjá AstraZeneca verður tikið úr donsku koppsetingarætlanini. Orsøkin var, at blóðtøppur varð staðfestur hjá fleiri persónum, sum vórðu blivin koppsettir við AstraZeneca.

Danmark hevur í løtuni 200.000 skamtar frá AstraZeneca á goymslu, og enn er ikki greitt, hvat skal henda við teimum.

Kjak hevur stungið seg upp um, hvørt mann framvegis eigur at koppseta tey við AstraZeneca, sum sjálvi ynskja tað. Sum skilst fer danska heilsustýrið at gera eitt tilmæli hesum viðvíkjandi, og síðani fer danska heilsumálaráðið at taka støðu til málið.

Skuldi tað hent, at myndugleikarnir í Danmark fara at loyva fólki at sleppa framat koppingarevninum hjá AstraZeneca, er í løtuni einki sum forðar dønum í at søkja um endurgjald.

Sostatt kunnu danir, sum sjálvir velja at lata seg koppseta við AstraZeneca, eisini fáa endurgjald, um tey uppliva álvarsom hjáárin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder