
17. mai er tjóðardagur Noregs, og í hesum sambandi hevur norska manskórið Olavs Menn konsert saman við Tórshavnar manskóri í Norðurlandahúsinum.
Konsertin, sum verður fríggjadagin klokkan 15, er ókeypis, skrivar Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Olavs Menn varð stovnað í 2008 í sambandi við operuna Thora á norsku operuni í Oslo. Í kórinum eru 25 sangarar - allir úr Trøndelag, og hevur kórið síðani stovnanina verið undir leiðslu av Harald Bjørkøy og nú Lars Eggen.
Á konsertini fer kórið at syngja bæði norskar og føroyskar sangir - eisini Ólav Tryggvason.
Í Tórshavnar manskóri, sum skjótt hevur 40 ár á baki, eru í dag omanfyri 70 sangarar undir leiðslu av Jón Festirstein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald