Innanlands

Kongshjúnavitjan: Her er skráin hjá kongshjúnunum

Kongshjúnini vitja í Havn, Vági, Fámjin, Tvøroyri og á Eiði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-06-04 15:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í næstu viku 11. – 13. juni vitja kongshjúnini, H.H. Kongurin og H.H. Drotningin, í Føroyum. Løgmaður er vertur. Fullfíggjaða skráin sæst niðanfyri.

Mikudagur tann 11. juni í Havn
Kl. 09.45        Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.

Kl. 10.00        Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu.

Kl. 10.20        Spákað verður til Tinganes.

Kl. 10.30        Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.    

Kl. 11.05        Spákað verður til Løgtingið.

Kl. 11.15        Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.

Kl. 12.00        Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 14.20        Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt við stórum hondbóltstiltaki.

H.H. Kongur

Kl. 15.35        Kongur vitjar endurvenjingarstovnurin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

H.H. Drotning

Kl. 15.45       Drotningin vitjar Glyvra Skúli, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

Kl. 19.00       Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

Hósdagur tann 12. juni í Suðuroy (Vági, Fámjin og Tvøroyri)

Vágur

Kl. 09.45       Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági.

Kl. 10.00       Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku, har borgarstjórin heldur røðu og navnkennir býráðið.

Kl. 10.15       Farið verður við bili til Fab Lab, sum er í skúlanum

Kl. 10.20       Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla

Kl. 11.00       Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar og fyrrverandi næmingar á Ítróttaháskúlanum.

Kl. 12.55       Borgarstjórin er vertur fyri miðmála á Hamragarði. Kongshjúnini eta miðmála saman við eldri búfólki.

  1. 14.05        Farið verður við bili úr Vági til Fámjins.

Fámjin

Kl. 14.30       Komið verður til Fámjins. Borgarstjórin tekur ímóti uttan fyri kirkjuna og navnkennir bygdaráðið.

Kl. 14.40       Kongshjúnini vitja kirkjuna.

Kl. 15.00       Spákað verður til Taravirkið, TARI

Kl. 15.40       Farið verður við bili úr Fámjin til Tvøroyrar.

Tvøroyri/Trongisvágur

Kl. 16.00       Komið verður til barnagarðin Mýrifípan í Trongisvági. Uttanfyri barnagarðin er almenn móttøka hjá Tvøroyrar kommunu, har borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 16.50       Farið verður við bili til plantasjuna í Trongisvági.

Kl. 16.55       Komið verður til plantasjuna. Spákað verður gjøgnum lundina og kongshjúnini gróðurseta eitt træ í sambandi við, at viðarlundin er vorðin 100 ár.  

Kl. 19.30       Borgarstjórin er vertur fyri døgurða á SALT og navnkennir býráðið har.

Kl. 22.20       Kongsskipið Dannebrog siglir av Drelnesi

Fríggjadagur tann 13. juni á Eiði

Kl. 09.45       Kongsskipið Dannebrog leggur at á Eiði

Kl. 10.00       Kongshjúnini koma í land.

Kl. 10.10       Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigruni Gunnarsdóttir

Kl. 11.00       Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  

Kl. 11.20       Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

Kl. 11.35       Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

Kl. 12.45       Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

Kl. 12.50       Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

Kl. 18.00       Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder