Í morgin, fríggjadagin 9. januar, næstseinasta yrkadag áðrenn ætlaða umvalið til Runavíkar býráð, bjóðar Runavíkar kommuna til opið hús í nýumvælda ráðhúsinum á Høgabóli.
Ein tíma eftir, at dómarin í Føroya rætti eftir ætlan boðar frá síni niðurstøðu í málinum, har fimm býráðslimir, herundir borgarstjórin og varaborgarstjórin, biðja um at útseta valið, verða hurðarnar latnar upp á Heiðavegi 54.
Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at opið hús verður frá klokkan 15 til 17, tá vinnarin av verkætlanarkappingini 'Glyvra skúli og musikkskúli' verður avdúkaður.
Fimm arkitektafyritøkur/samtøk lótu inn hugskot til sniðgeving og heildarráðgeving av næstu stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. Hesi samtøk eru: BBP, Henning Larsen, MAP, SNA og ZETA.
Til høvið vera øll innkomnu uppskotini sýnd fram, so tilber at síggja, hvussu komandi menningar- og mentanardepilin í kommununi fer at síggja út.
Á skránni vera harumframt røður, tónleikur og søtt ábit, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald