Innanlands

Kollsiglda Tosa er orsøkin

Orsøkin til, at Kappingareftirlitið hevur meldað Føroya Tele, er eitt mál um telefyritøkuna Tosa

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2022-10-21 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt mál um kollsigldu telefyritøkuna Tosa er orsøkin til, at Kappingareftirlitið hevur meldað Føroya Tele til løgregluna fyri brot á kappingarlógina.

Tað váttar nevndarformaðurin í Føroya Tele, Bjarni Arnason, fyri Degi og viku.

Telefyritøkan Tosa kærdi í 2017 Føroya Tele til Fjarskiftiseftirlitið. Íverksetararnir hildu, at Føroya Tele misnýtti sína ráðandi støðu á marknaðinum.

Kappingarráðið metir, at Føroya Tele hevur brotið grein 11 í kappingarlógini. Hon staðfestir, at tað ikki er loyvt hjá einum ella fleiri fyritøkum at misnýta sína ráðandi marknaðarstøðu.

Fyrningarfreistin í málinum nærkast, og tí hevur Kappingareftirlitið meldað málið til løgregluna hóast hoyringarfreistin hjá Føroya Tele ikki er farin. Tá hoyringarsvarið er komið frá Føroya Tele, er tað Kappingarráðið sum skal taka endaliga støðu í málinum.

Tosa kom á marknaðin sum kappingarneyti hjá Føroya Tele og Nema í desember 2020, men fór á húsagang 14. juni í ár.

Tosa leigaði seg inn á telefonnetið hjá Nema.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder