Innanlands

Køkurin á Landssjúkrahúsinum ger heimagjørd páskaregg

Fyri køkin hevur tað týdning, at tað verður gjørt nógv burturúr, so øll fáa okkurt gott á páskum. Eisini tey sum hava tyggi- og svølgi trupulleikar

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2026-04-05 21:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fram ímóti páskahøgtíðini hava starvsfólkini í Køkinum á Landssjúkrahúsinum gjørt serlig páskaregg til sjúklingarnar, sum eru innløgd á páskum.

- Tey vanligu marsipan og sjokulátaeggini eru altíð góð og smakka væl, men tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at fáa sær av hesum. Fyri køkin hevur tað týdning, at tað verður gjørt nógv burturúr, so øll fáa okkurt gott á páskum. Tí hava vit m.a. gjørt heimagjørd kinderegg til børnini og grating egg til tey, ið hava tyggi- og svølgi trupulleikar, sigur Landssjúkrahúsið.

- At arbeiða við hesum, er somuleiðis mennandi fyri okkara lærlingar, har tey saman við útlærdum starvsfólkum læra at framleiða ymiskt til matna til øll á Landsjúkrahúsinum, eisini á páskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder