Innanlands

Kókitilmælið stendur við

Vatnið í Vesturbýnum og parti av Argjum er enn dálkað við koliformum bakterium. Vatnroyndirnar, ið eru tiknar, geva eina ógreiða mynd. Nýggjar royndir eru tiknar í dag

Illgruni er um, at dálkað vatn setur inn í goymsluna, ið er undir sjálvum vatnverkinum í Havnardali (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Illgruni er um, at dálkað vatn setur inn í goymsluna, ið er undir sjálvum vatnverkinum í Havnardali (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-10-19 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vatnið í Vesturbýnum og parti av Argjum er framvegis dálkað við koliformum bakterium, og tí stendur kókitilmælið við.

Hetta boðar Tórshavnar kommuna frá.

Illgruni er um, at dálkað vatn setur inn í goymsluna, ið er undir sjálvum vatnverkinum í Havnardali

Tað snýr seg tó um at fáa eitt greitt svar í royndunum av vatninum - tær ið higartil tiknar eru geva eina ógreiða mynd av støðuni. Í dag verða enn fleiri royndir tiknar, sum skulu staðfesta, hvar dálkaða vatnið setur inn í skipanina.

Verður orsøkin til dálkingina ikki funnin, fer allur býurin umframt partur av Argjum, at fáa vatn úr Villingadali seinni í vikuni, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder