Føroyski bólkurin Kóboykex, sum er mannaður av Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen úr Joe & the Shitboys, hevur júst givið út nýggja staklagið "Ghosted" komandi plátuni Wagon Wheels.
– "Ghosted" er eitt dansivinarligt lag við einum reinum, digitalum ljóði, sum hóskar væl til okkara internettíð, har kærleiki í dag kann blóma, hvørva og enda í tøgn, skrivar bólkurin um nýggja lagið.
– Orið "Ghosted" sum er slang fyri at vera ignoreraður á netinum, snýr seg um at vísa sínar kenslur fyri onkrum á netinum og bara verða møttur við tøgn. Hetta er eitt til tey ørkymlaðu, ið royna at finna kærleikan á swipe-appum í nútímans kærleiks marknaðinum.
Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá landaplágur sum "Change of Frame", "Monster" . Eisini sangir sum "Kanska" og "Koyri heim" við bólki hansara Einangran.
Sigmund er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.
Heiðrik og Sigmund siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út áðrenn heildarútgávan Wagon Wheels kemur út í vár, og ætlanin er at gera sjónbandaløg til øll stakløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald