Innanlands

Knívur á lofti í nátt

Húsaófriður førdi til, at eitt fólk varð flutt á landssjúkrahúsið í nátt

2021-01-01 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein rættiliga álvarsligur tilburður er hendur í nátt, har ein persónur er fluttur á landssjúkrahúsi við sárum frá knívsstungum.

Við tað, at talan var um eina sósemju innan fyri parlagið, er løgreglan ógvuliga varsom við at geva upplýsingar um hvat tað var, sum hendi.

Fráboðanin kom klokkan fýra í morgun, men tilburðurin er farin fram nakað fyrr, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.

Ein persónur varð fluttur á landssjúkrahúsið, men støðan er ikki lívshóttandi, sigur vaktleiðarin. Møguliga verður ein annar persónur førdur fyri dómara seinni í dag, verður upplýst.

Onki verður upplýst um hvørt talan er um kvinnu ella mann, ið hevur stungið ella er komin til skaða. Heldur ikki hvar hendingin fór fram. Tað var í meginøkinum, men ikki í Havn, sigur vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder