Innanlands

Knassar niðurskriva Portalin við 4,2 milliónum

Raksturin hjá Knassum gav eitt lítið undirskot upp á 212.000 krónur, men orsakað av stórum avskrivingum er ársúrslitið eitt hall upp á 4,8 milliónir

2021-10-22 13:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sigur botnlinjan hjá Sp/f Knassar, sum rekur og eigur Portalin umframt lýsingaskipanina Vevlýsingar fyri roknskaparárið 2020/2021. Felagið hevur annars havt svørt tøl á botnlinjuni seinastu árini.

Høvuðsorsøkin til stóra hallið er, at Portalurin er niðurskrivaður við 4,2 milliónum og niður í einki.

- Tað merkir sjálvandi ikki, at Portalurin einki virði hevur, og hetta ávirkar ikki virksemið hjá felagnum. Men fyri at sleppa undan at gera metingar á hvørjum árið, verður niðurskrivingin gjørd í einum nú, sigur Niklái Nysted, stjóri í Sp/f Knassum.

- Leggjast kann afturat at umsetningurin nærum er tvífaldaður síðani vit keyptu Portalin, og umsetningurin hesar fyrstu seks mánaðirnar í nýggja roknskaparárinum er 65 prosent hægri enn árið fyri.

Koronakreppan í mars 2020 gjørdi eisini sítt til, at inntøkurnar ikki gjørdust tær somu sum árið fyri, og tað hevur við sær, at raksturin fyri fyrstu ferð í trý ár gav eitt lítið undirskot upp á 212.000 krónur.

Starvsfólkakostnaðurin var 2,7 milliónir krónur, sum er umleið 350.000 krónur meira enn árið fyri.

Fíggjarstøðan vísir eina negativa eginogn upp á 5,9 milliónir krónur.

Sp/f Knassar var stovnað í 2001 sum kt-felag, har høvuðsvirksemið var at gera heimasíður og veita kt-tænastur. Í 2013 keypti felagið heimasíðuna Portal.fo frá Føroya Tele, og hevur síðani hugsavna seg um miðilin og lýsingartænastuna Vevlýsingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder