Innanlands

Knapt 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. november

Tað kom beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-12-10 11:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkatalið nærkast spakuliga 55 túsund. Tað kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands.

Tann 1. november búðu 54.870 fólk í Føroyum.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 182 fólk og einari nettoflyting á 161 fólk. 

Burðaravlopið var um 50 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Um hálvfjerðs fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd.

Nettoflytingin var á leið 100 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga, tí fráflytingin var minni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder