Innanlands

Klókur hundur gongur inn til fólk

Hann dugir at lata hurðar upp. Tað fekk ein borgara at melda hundin til løgregluna

(Savnsmynd: Tvøroyrar kommuna)

(Savnsmynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-12-09 09:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um ein leysan hund á Tvøroyri. Viðkomandi sum klagaði um hundin upplýsti, at hundurin gekk leysur dagliga.

Tað serliga við hesum hundi er, at hann dugir at lata hurðar upp og gongur inn til fólk.

Í hesum føri hevði tað við sær, at hundarnir hjá fráboðaranum vóru slopnir út og farnir til stroks. Hann óttaðist tí at fáa bót sjálvur.

Aktingarmaðurin verður boðsendur í slíkum føri, og tekur sær av hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder