Uttanlands

Klintraði upp á 500 metrar høgan skýskavara uttan útgerð

Amerikanski Alex Honnold er tann fyrsti at klintra upp á Taipei 101 í Taivan uttan útgerð

Selfie ovast á Taipei 101 (Mynd: EPA)

Selfie ovast á Taipei 101 (Mynd: EPA)

2026-01-25 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt megnaði 40 ára gamli fríklintrarin Alex Honnold at klíva upp 500 metrar upp á háhúsini Taipei 101 í Taivan, sum er ein av hægstu húsunum í heiminum.

Taipei 101 er 508 metrar hægt og hevur 101 hædd og eitt spír á toppinum, sum er umleið 70 metrar høgt.

Alex Honnold er, sambært amerikanska miðlinum CNN, fyrsti persónurin, sum megnar at klintra upp á Taipei 101 uttan á nakran hátt at vera fastur í bygninginum.

Tað tók honum ein tíma og 32 minuttir at koma upp á toppin á bygninginum.

Tá hann skuldi klintra niður aftur, brúkti hann fyri fyrstu ferð sela og reip.

Í 2004 klintraði franski Alain Robert upp á Taipei 101, sum tá var heimsins hægsti bygningur. Hann brúkti tó eitt reip.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder