
Landsstýrismaðurin við almannamálum, Eirikur í Jákupsstovu, og borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, hava í dag skrivað undir skeyti fyri matrikul í Miðvági. Á hesum øki skal nýtt sambýli til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum byggjast.
Við støði í frágreiðingini “í góðum hondum”, er talan er um eitt týðandi stig í arbeiðinum at betra um bú- og tænastutilboðini kring landið, og geva fólki við serligum tørvi góðar karmar og eitt virðiligt og fjølbroytt lív, samstundis sum roynt verður at loysa avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.
Landsstýrismaðurin er glaður um, at arbeiðið í Vágunum nú av álvara kann fara í gongd, og fyri góða samstarvið sum hevur verið við kommununa:
- Tørvurin er greiður, og við hesum taka vit enn eitt fet í tilgongdini at skipa bú- og tænasturnar á almannaøkinum betur, so at bæði hús- og starvsfólk fáa góðar umstøður at virka og liva í, sigur Eirikur í Jákupsstovu
Ein lendis- og skipanarætlan skal nú gerast fyri økið og verður boðin út í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald