Innanlands

Klaksvíkar kommuna: Ynskja at foreldur bóka ansingarpláss

Hetta er fyri at kenna rætta tørvin og fyri at skipa og leggja arbeiði til rættis á besta hátt. Kommunan skal hava fráboðan um tørvin í komandi viku áðrenn hósdagin á middegi

Barnahúsið Margit. Um foreldur ynskja, at koyra sítt barn/síni børn á stovn í komandi viku, skal kommunan hava fráboðan (Mynd: Klaksvíka kommuna)

Barnahúsið Margit. Um foreldur ynskja, at koyra sítt barn/síni børn á stovn í komandi viku, skal kommunan hava fráboðan (Mynd: Klaksvíka kommuna)

2020-04-15 06:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesari vikuni royna kommunur og dagstovnar at leggja til rættis, hvussu dagligdagurin skal skipast í komandi viku, tá latið verður upp aftur. Fyri at gera hetta verður korona-ráðgevingin millum annað nýtt.

Klaksvíkar kommuna bað foreldur um at bóka ansingarpláss til neyðansingarskipanina til hesa vikuna, og líknandi háttur verður nýttur til komandi tíðina, nú dagstovnarnir av álvara lata upp aftur.
 
Klaksvíkar kommuna skrivaði í gjárkvøldið, at fyri at kenna rætta tørvin á dagstovnaøkinum, verður heitt á foreldur um at boða frá ansingartørvi í viku 16. Hetta eru dagarnr 20. - 25. apríl. Hendan fráboðanin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 16. apríl kl. 12.00, soleiðis at hvør einstakur dagstovnur kann kenna tørvin í hampuligari tíð frammanundan.

Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, og at hetta verður gjørt, fyri at kommunan best møguligt kann meta um veruliga tørvin, soleiðis at arbeiðið á dagstovnaøkinum kann verða lagt til rættis eftir almennu tilmælunum.

Væntast kann, at líknandi háttur verður nýttur í øðrum kommunum eisini. 

Her ber til at lesa meira og skráseta seg. 





 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder