Innanlands

Klaksvíkar kommuna valt Formula

Tað verður Formula, sum skal veita Klaksvíkar kommunu KT-hýsingatænastur

2026-02-12 20:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkar kommuna bað í november um tilboð frá KT-vietarum, sum kundu tryggja gjøgnumskygni á KT-hýsingartænastunuøkinum í mun til dagliga tørvin, nýtslu og kostnað, sum kommunan orðar tað.

Umframt hetta, ynskti Klaksvíkar kommuna eisini, at umsitingin av hesum skuldi vera skynsom og ómakaleys.

Fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráð viðgjørdi fýra ymisk tilboð, og tók út frá einari heildarmeting av tilboðnum frá Formula.

Tað var eisini Formula sum varð boðsent, tá Klaksvíkar kommuna í 2024 varð rakt av stórum KT-álopi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder