Innanlands

Klaksvíkar kommuna: Ferðslan ávirkað í sambandi við hálvmaraton

Í dag skipar Treysti fyri NS hálvmaraton, og í hesum sambandi verða ávísir vegir í Klaksvík stongdir fyri ferðslu í nakrar tímar

Mynd: Treysti

Mynd: Treysti

2020-08-01 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag skipar ítróttafelagið Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík.

Tiltakið, ið nevnist NS hálvmaraton Klaksvík 2020, er stuðlað av Norðoya Sparikassa og verður eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.

Tiltakið byrjar klokkan 13.30, og í hesum sambandi verður ferðslan ávirkað í nakrar tímar seinnapartin, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Stoksoyrarvegur, Klaksvíksvegur, Biskupsstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum verða stongdir fyri ferðslu frá klokkan 13.00 til 17.00 í dag.

[object Object]Mynd: Klaksvíkar kommuna

Meira um tiltakið kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder