Innanlands

Kjak og valfepur á FM1: Umboð úr samgonguflokkunum vitja seinnapartin

Beint eftir klokkan 15 fara Bjarni Kárason Petersen, Eirikur í Jákupsstovu og Hans Jacob Thomsen at seta orð á rokaligu politisku vikuna - og á valmánaðin

2026-02-27 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvat hendi mánadagin, tá málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin vóru til aðru viðgerð?

Hvat hendi mikudagin, tá bert tað eina kom ígjøgnum - og yvirhøvur til viðgerð. Hvat gekk fyri seg í tíðini ímillum har, og hví skrivaði løgmaður út nýval nú.

Alt hetta kunnu vit fáa svar uppá seinnapartin, og helst í nøkrum ymiskum útgávum.

Saman við Bjarni Kárason Petersen (Framsókn), Eiriki í Jákupsstovu (Tjóðveldi) og Hans Jacobi Thomsen (Javnaðarflokkurin) fer FM1 beint eftir tíðindini klokkan 15 at viðgerða seinastu rokaligu dagarnir hjá núverandi samgongu.

Spurningurin er eisini, um tingfólk úr hesum flokkunum hava góðar vónir um at koma í eina nýggja samgongu, sum skal skipast eftir valið um ein mánaða. Og hvat dentur verður lagdur á í valstríðnum.

Hetta og mangt annað í tímanum millum 15 og 16. Politikkarnir vitja FM1 frá klokkan 15.10 

Lurta eftir FM1 her - ella á vanligu frekvensunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder