Aftaná fleiri ár við vaksandi bruttovinningi og ársúrsliti, var 2024 ár eitt ár, har bæði bruttovinningur og serliga ársúrslitið vóru væl lægri í 2024 sammett við árini fyri.
Ársúrslitið eftir skatt gjørdist eitt avlop upp á 5,1 mió.kr., sum er ein fjórðing av ársúrslitinum árið fyri.
KJ Hydraulik, vanliga nevnt KJ er ein fyritøka við serkunnleika innan hydraulikk og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnu á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Sum ein av størru fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum, veitir KJ eisini útgerð og tænastu til útlendsku marknaðir, eitt nú til Íslands, Skotlands, Hetlands, Grønlands, Danmarkar og Noregs.
KJ Hydraulik hevur sítt høvuðssæti á Kambsdali og 142 starvsfólk vóru í starvi við árslok 2024.
Rakstrarroknskapurin
Roknskapurin hjá KJ vísir, at bruttovinningurin í 2024 var 90,5 mió.kr. í mun til 106,9 mió.kr. í 2023. Talan er tí um eina minking í bruttovinninginum á 15,3 prosent í 2024.
Ársúrslitið hjá KJ var 5,1 mió.kr. í 2024 samanborið við 20,8 mió.kr. í 2023. Ársúrslitið í 2024 minkaði tískil heili 15,7 mió.kr. ella 75,5 prosent.
Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá KJ Hydraulik var í 2024 í alt 206,9 mió.kr., sum er ein minking á 4 prosent í mun til 2023 tá fíggjarstøðan var 215,4 mió.kr.
Eginognin hjá KJ var við árslok 2024 íalt 123,2 mió.kr. KJ er tí ein fíggjarliga sterk fyritøku við einum trygdarevni á 59,5 prosent.
Langfreistaða skuldin hjá felagnum í 2024 var 25,1 mió.kr., sammett við 17 mió.kr. í 2023.
Stuttfreistaða skuldin minkaði við 15 mió.kr. í 2024 til í alt 53 mió.kr.
Gjaldførið hjá KJ var gott í 2024, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 280 prosent sammett við 23,5 prosent í 2023.
Hóast talan er um eitt lakari ársúrslit í 2024 er KJ framvegis ein fíggjarliga sterk fyritøka við nógvum og breiðum virksemið í Føroyum og uttanlanda. Nevnast kann at KJ fyri í apríl keypt fyritøkuna Pomek í Klaksvík.
Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2024 uppskot at rinda tvær mió.kr. sum vinningsbýti til eigararnar.
P/F KJ Hydraulik er dótturfelag hjá SP/F SVB, sum er familjan Johannesen eigur.
Stjórar fyri P/F KJ Hydraulik eru Ólavur Asafsson Olsen og Viggo Kárason Johannesen.
Nevndarformaður er Jan Otto Straagaard Holm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald