Mentan

Kirkjurenning fyri seytjandu ferð jólaaftan

Kirkjurenningin hjá Hvirluni verður øðrvísi í ár – Runnið verður í stillum, og fólk renna antin hvør sær ella í smærri bólkum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-19 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jólaaftan skipar ítróttafelagið Hvirlan aftur fyri kirkjurenning í Havn. Í ár verður skipað fyri tiltakinum fyri seytandu ferð.

Tiltakið verður tó eitt sindur øðrvísi í ár. Í ár verður nevniliga runnið í stillum, og er tað upp til fólk sjálvi at skipa sína kirkjurenning, antin hvør sær ella í smærri bólkum.

Hvirlan heitir tó á rennarar um at taka mynd av síni renning og leggja hana út á sosialu miðlarnar við eyðkenninum #kirkjurenning2020.

Klassiska kirkjurutan er at renna frá Tórsbreyt til Mariukirkjuna, Vesturkirkjuna, Havnar Kirkju, Ebenezer og Adventistakirkjuna. Tey, sum renna longur, plaga eisini at renna til Argja og Hoyvíkar kirkju. Men tá runnið verður í stillum ber til at gera sína egnu rutu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder