
Nú leygardag 17. mai bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík, har greitt verður frá gongdini í missiónsarbeiðinum, fólk kunnu fáa kveikjandi undirvísing og ættarlið og úr øllum landinum kunnu samlast.
Seinnapartin verður nýggj strategi løgd fram fyri missiónsarbeiðið komandi árini. Hetta er úrslitið av eini langari tilgongd, har leiðarar og missiónsfólk úr øllum landinum hava verið við til at seta sítt fingramerki á, hvussu Heimamissiónin skal arbeiða sum rørsla komandi árini.
Serligur gestur til ársmøtið í ár er Jens Ole Christensen úr Danmark, ið kemur at hava fyrilestur um morgunin og møti um kvøldið.
Jens Ole er gudfrøðingur, og hevur drúgvar royndir í andligum arbeiði. Hann er fyrrverandi sóknarprestur í Fredens-Nazaret kirkjuni á Østerbro í Keypmannahavn, og hevur verið skrivari hjá KFS (1985-90), forstandari fyri KFS-ledertræningscenter (1990-99), rektari á Dansk Bibel Institut (1999-2005) og aðalskrivari í Luthersk Mission (2005-2015). Harafturat hevur hann skrivað eina røð av bókum og hevur verið fastur skrivari fyri Kristeligt Dagblad í meira enn 20 ár.
Eisini verða frágreiðingar um arbeiðið frá formanninum, Hera Kjærbo, og aðalskrivaranum, Jákup Brúsá, umframt fíggjarfrágreiðing frá Spekt. Møguleiki verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Møti og ungdómsmøti um kvøldið
Ársmøtið endar við einum møti kl. 19 um kvøldið og einum ungdómsmøti kl. 21:30. Til fyrra møti fer Jens Ole Christensen at tala um evnið 'At liva í ljósinum av Jesu afturkomu’. Sangbólkurin Cantus Deo syngur og aftaná verður bjóðað til drekkamunn.
Dagurin endar við ungdómsmøti við lovsangi og við vitnisburðum frá ungum. Harafturat fer Kristina Berg Mikkelsen at syngja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald