
Tá ið farið var undir undanarbeiðið til kirkjugarðin á Knúgvum í 1991 var skipað fyri arkitektakapping, og skuldi uppskot gerast fyri alt økið á Knúgvum. Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti.
Av fíggjarligum ávum var tó valt bara at gera aðru síðuna og ikki allar hillarnar norðurneftir. Tað var P/F á Heygnum í Saltangará, sum stóð fyri arbeiðinum og Jóni Durhuus gjørdi betongarbeiðið. Kirkjugarðurin á Knúgvum varð vígdur í mars 1997.
Síðan tá eru fleiri hillar gjørdar og tvær tær síðstu vóru gjørdar fyrraárið.
Tað eru tó bara gravarpláss eftir til nøkur fá ár fram í Vestmanna, so tað er í tøkum tíma, at farið verður undir útbyggingina. Við útbyggingini verða 200 gravarpláss tøk afturat.
Við nýggju gravarplássunum verður tryggjað eitt nátúrligt skifti millum báðar kirkjugarðarnar á Knúgvum til gamla kirkjugarðin við kirkjuna, so at tað ikki verður neyðugt at byggja út í framtíðini.
Útbyggingin er løgd til rættis við virðing fyri núverandi sniði á kirkjugarði, við hillum eftir lendinum.
Articon ger arbeiðið og fyritøkan væntar, at arbeiðið tekur áleið fimm mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald