Innanlands

Kirkjan við Norðskála nú tøk sum tykisferð

Hetta er tann tíggjunda kirkjan í Føroyum, sum sæst á hendan hátt á folkakirkjan.fo. Hon hevur yvir 93 ár á baki nú

Fyrrapartin av tjúgunum sendi presturin Wilhelm Nielsen út eitt

Fyrrapartin av tjúgunum sendi presturin Wilhelm Nielsen út eitt "opraab", og heitti á kirkjufólkið um at fáa bygt kirkju. Hetta gjørdist veruleiki 10. januar 1932, tá ið Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna (Mynd: folkakirkjan.fo)

2025-08-13 09:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er møguligt at fara á tykisferð í kirkjuni við Norðskála. Hesum boðar Fólkakirkjan frá á heimasíðu sínari, har greitt verður soleiðis frá upprunanum til kirkjuna.

- Fyrrapartin av tjúgunum sendi presturin Wilhelm Nielsen út eitt "opraab", og heitti á kirkjufólkið um at fáa bygt kirkju. Hetta gjørdist veruleiki 10. januar 1932, tá ið Jákup Dahl próstur vígdi kirkjuna.

Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um hvørt kirkjumálið skuldi vera danskt ella føroyskt. Tí varð skipað fyri fólkaatkvøðu sunnudagin 18. oktober um skriftstøðini undir altartalvuni og í forkirkjuni skuldu vera á føroyskum ella donskum. Úrslitið varð 40-29.

Til ber at síggja kirkjuna við Norðskála sum tykisferð her

Ovast til høgru á síðuni á folkakirkjan.fo ber til at trýsta á Tykisferðir. Tíggju kirkjur er nú tøkar:

Christianskirkjan, gamla Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja, Ólavskirkjan í Kirkjubø, Haldórsvíkar kirkja, Hvannasunds kirkja og kirkjan við Norðskála.

Ætlandi verður Vesturkirkjan tøk sunnudagin 24. august, tá ið tað er 50 ár síðani hon varð vígd og tikin í nýtslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder