
Stóra arbeiðið við at flyta yvir hundrað ára gomlu kirkjuna í norðursvenska býnum Kiruna er nú lokið.
Seinastu tveir dagarnar er kirkjan flutt á einum stórum og breiðum serbygdum vogni. Klokkan 14.30 lokala tíð í dag var kirkjan frammi á nýggju adressuni, umleið fimm kilometrar frá upprunaliga staðnum.
Nú stendur eftir at fáa sett kirkjuna upp á fundamentið, sum er stoypt til kirkjuna.
Kirkjan kemur ikki at venda sama veg, sum upprunaliga.
Kirkjan í Kiruna varð bygd, eins og siður er, við altarinum vent móti eystri. Men so verður ikki í framtíðini.
Tað var eitt ynski, at borgararnir í Kiruna skuldu fáa somu uppliving av kirkjuni, so at inngongdin - forkirkjan - vendir móti býnum. Prísurin fyri tað var, at siðurin um hvønn vegin altarið vendir, varð sleptur.
(Mynd: EPA)
Les eisini: Vakrasti bygningur í Svøríki verður fluttur
Sveriges Television hevur hesar báðar dagarnar gjørt nógv burtur úr flytingini av kirkjuni, og í sjónvarpinum hava fólk kunna fylgt við. Beinleiðis sendingin hevur eisini verið at sæð á fleiri netmiðlum.
Her kann øll flytingin síggjast í 7 tíma longum filmi
Tað er námsfelagið LKAB, ið stendur fyri flytingini av kirkjuni, og av miðbýnum av Kiruna yvirhøvur. Hetta tí at tað er námsfelagið, ið hevur skundað á at fáa býarkjarnuna flutta orsaka av tí at jarnmálmurin, sum allur býurin og økið harumkring livir av, liggur undir gamla býarpartinum.
Og fyri at býurin ikki skuldi vera í vanda fyri at søkka, varð avgerð fyri 14 árum síðani tikin um at byggja eina nýggja býarkjarnu fimm kilometrar frá upprunaligu býarkjarnuni. Nakrir av søguligu bygningunum, herundir kirkjan, verða fluttir, meðan restin av býarkjarnuni verður rivin niður.
Flytingin av allari miðbýarkjarnuni verður væntandi liðug í 2035. Kirkjan kann væntandi takast ú brúk aftur einaferð næsta ár.
Herundir er ein filmur, sum greiðir frá fyrireikingunum til flytingina av kirkjuni:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald